Tveir bólkar av russiskum teldusníkum hava umvegis sosialar miðlar boðað frá, at teir standa aftanfyri álopini á kuldaskipanir í evropeiskum matvøruhandlum.
Tað var mánadagin, at boðað varð frá, at kuldaskáp og frystiboksir hjá matvøruhandlum í m.a. Svøríki vórðu álopin av teldusníkum, og at hitin varð koyrdur upp á 50 stig. Hetta hevði við sær, at maturin spiltist og mátti burturbeinast.
Les eisini: Frystiboksir og kuldaskáp í evropeiskum matvøruhandlum rakt av teldusníkaálopi
Men tað vóru ikki bara matvøruhandlar, sum vóru ávirkaðir av álopinum. Í Fraklandi vóru eisini blóðbankar raktir, men starvsfólk megnaðu at bjarga blóðgoymslurnar, og einki fór til spillis, skrivar BBC.
Tað er tó ógreitt, um russiskir teldusníkar veruliga standa aftanfyri hesum. Greinarar útiloka ikki, at talan kann vera um russiskar teldusníkabólkar, men talan kann m.a. eisini vera um iranskar teldusníkar ella tannáringar, sum hava gjørt hetta í spølni.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, at uppáhaldini um, at Russland skal hava nakað við tað at gera eru høpisleys.
– Sum altíð hava tey als onga grundgeving, eingi prógv yvirhøvur, og tó hava vit slíkar ógrundaðar ákærur móti landi okkara, sum seta tað í samband við alt, sigur hann, sambært The Moscow Times.
Myndugleikar í fleiri londum kanna málið og ávara matvøruhandlar um møguleikan fyri fleiri álopum í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald