Tey, sum kunnu, skulu í mest møguligan mun arbeiða heimanifrá. Tað eru boðini frá myndugleikunum. Hetta sæst aftur hjá tele- og netveitarunum Føroya Tele og Nema.
- Vit tóku ábyrgd beinanvegin og settu fleiri fólk við telefonmóttøkuna fyri at svara kundum, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti, og leggur afturat, at Føroya Tele avgjørdi alt fyri eitt ikki at avgreiða kundar við kassan í Telebúðunum, men at veita tænastu og sølu gjøgnum telefon og teldupost.
- Vøruúrvalið er tað sama, og kundar, ið keypa vøru í hesum tíðarskeiðinum, fáa vøruna útflýggjaða í einari Telebúð eftir egnum ynski.
Endamálið við hesum er sjálvsagt at fyribyrgja, at COVID-19 smittan ikki breiðir seg, men harafturat eisini at verja okkara starvsfólk og kundar, sigur Hans Jákup Langgaard.
Sølan er ikki minkað
- Meðan sølan koyrir sína vanligu gongd í Telebúðunum, síggja vit eina økta ferðslu á netinum. Tað verið seg alt frá undirhaldi á teimum ymisku stroymingstænastunum og til vanliga internetnýtslu, sigur Hans Jákup Langgaard.
Økta ferðslan merkir eisini, at kundar hjá Føroya Tele keypa størri breiðbandshald og størri fartelefonhald. Spurdur, um netið klárar øktu ferðsluna í hesum døgum, svarar Hans Jákup Langgaard, at netið klárar øktu ferðsluna so væl og virðiliga.
Spurdur, um tey hugsa um at gera nýggj hald til økta tørvin av undirhaldi á netinum, svarar hann at tey meta, at tey haldini, sum Føroya Tele hevur í dag eru dekkandi fyri tørvin.
Gudny Langgaard (Mynd: Nema)
Nema – Vit hava selt meira telduútgerð og VPN loysnir
- Vit hava selt fleiri heimabreiðbond og meira telduútgerð og VPN (Virtual Private Network) útgerð í samband, heimaarbeiðspláss. sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema.
- Viðvíkjandi starvsfólki, so hava vit sent tey heim, sum kunnu arbeiða heimanífrá og vit hava lukkað handlarnar og avgreiða nú okkara kundar gjøgnum telefon og teldu og bera vørur út til okkara kundar, sigur Gudny Langgaard, stóri á Nema.
Eisini hava vit reglur um frástøðu og spritt allastaðni í fyritøkuni, fyri at verja okkara starvsfólk.
Netið hjá Nema klárar øktu ferðsluna á netinum og tey selja eisini nógvar uppstigingar til teirra nethald, sigur Gudny Langgaard, stjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald