Innanlands

Telefontrupulleikar á læknavaktini í gjárkvøldið

Brekið varð skjótt rættað, tá gjørt varð vart við ólagið

2019-12-30 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt var galið við telefonskipanini hjá læknavaktini 1870 í gjárkvøldið.

Fólk, sum ringdu inn løgdu til merkis, at tað ruggaði ikki alt rætt, tí lítið skil var í teimum boðunum, sum komu frá sjálvvirkandi svararanum.

Hetta fekk fólk at ringja til løgregluna fyri at spyrja om tað kundi passa, eitt nú at bíðirøðin til læknavaktina var so long.

Eitt kall út á landssjúkrahúsið førdi til, at brekið skjótt kundi fáast í rættlag aftur, og at fólk, ið høvdu tørv á at tosa við læknavaktina, aftur kundu koma gjøgnum til hjálpina sum ætlað.

Annars hevur náttin verið friðarlig hjá løgregluni.

Ein borgari ringdi til alarmsentralin í gjárkvøldið, tí viðkomandi óttaðist fyri, at leyst byggitilfar rakst í vindinum í miðbýnum nærhendis skýlið í Djúpumýri.

Løgreglan sendi fólk á staðið at hyggja, men tað vísti seg, at alt byggitilfar í økinum var væl og virðiliga tryggjað, upplýsir valtleiðarin á politistøðini.

Annars vóru ongar fráboðanir orsaka av nógva vindinum í nátt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder