Um vikuskiftið varð aftur boðað frá, at tveir ferðaleiðarar vórðu tiknir fyri ólógligt arbeiði í Føroyum, og teir eru nú útvístir úr Føroyum við innferðarforboð í tvey ár, umframt at teir skulu rinda eina bót á 50.000 krónur í part.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at talan var um tveir menn úr ávikavist Stórabretlandi og Póllandi, sum vóru knýttir at tveimum ymiskum ferðaløgum.
Ólógligt ferðavinnuvirksemi fyllir nógv hjá løgregluni í hesum døgum. Um vikuskiftið varð upplýst, at løgreglan dagliga fær 12-15 fráboðanir frá fólki, sum hava illgruna um ólógligt ferðavinnuvirksemi, og løgreglan fær framvegis nógvar fráboðanir, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald