Uttanlands

Telegram: Hetta er vitleyst

Telegram sigur, at tænastan heldur seg til ES-reglur, og hevur stjórin og stovnarin av boðtænastuni, sum varð handtikin um vikuskiftið, einki at fjala

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2024-08-26 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pavel Durov, stjóri og stovnari av boðtænastuni Telegram hevur einki at fjala, og tað er vitleyst, at eigarin skal standa til svars fyri misnýtslu av tænastuni.

Tað sigur Telegram í einari fráboðan, eftir at Durov um vikuskiftið varð handtikin á Le Bourget floghavnini norðanfyri París.

Illgruni er um, at boðtænastan vegna væntandi eftirlit er samsek í málum um m.a. svik og sølu av rúsevnum, tí samskiftið um ólógligt virksemi ikki verður steðgað.

Men Telegram sigur, at tænastan heldur seg til ES-reglur, harundir "Digital Services Act", og at bøtt verður støðugt um eftirlitið, skrivar Ritzau.

Digital Services Act, lógin um talgildar tænastur, krevur m.a., at ólógligt innihald verður strikað skjótast gjørligt, ella at forðað verður fyri atgongd til hetta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder