Rættarmálið og dómurin hevur tikið hart uppá Teresu Ovenberg. Unnustin, Teitur Skoubo, varð fyri tveimum vikum síðani dømdur hálvt triðja fongsul fyri neyðtøku.
- Hetta er ein marrudreymur, og tað kennist sum eg ikki vakni. Man hevur hug at krógva seg undir einum steini, sigur 23 ára gamla Teresa Ovenberg úr Havn við TV2 Echo.
Hon hevur fingið nógv boð á sosialum miðlum, og stórur partur av tí eru fólk, sum spilla hana út.
- Tað er næstan soleiðis, at fólk njóta tað, at okkurt keðiligt hendir í lívinum. Tað er lætt hjá fólki at skriva við knappaborðið. Har hava tey meiningar um alt møguligt, tey einki vita um, greiðir Teresa Ovenberg frá.
- Hóast øll hava rætt til at hava sína meining, so haldi eg ikki at tað rættvísger hatur og hóttanir, sigur hon.
(Mynd: TV2 Echo)
Á sosialu vangunum hjá Teresu Ovenberg hevur lítið verið at hoyrt um Teit, og um støðuna í teirra parlagi. Og tað er heldur ikki nakað hon ynskir at tosa við TV2 um.
Hon var ikki klár, tá lívið broyttist frá degi til dags. Verjin hjá Teiti Skoubo fór eftir frídøming, men tá avtornaði var hann dømdur sekur í neyðtøku og fekk fongsulsrevsing. Hann var sama dag varðhaldsfonglsaður og situr har til málið kemur fyri aftur í Eystara landsrætti.
Teresa Ovenberg luttók í fjør í Ex on the Beach, har Teitur eisini var luttakari (Mynd: Discovery+)
- Lívið bleiv brádliga vent á høvdið. Eg hevði eina rúgvu av dreymum og ætlanum, sum nú eru farnar í vaskið, greiðir Teresa frá.
- Men tað nyttar ikki nakað. Eg má fokusera uppá meg sjálvan, halda fram við tí sum eg geri og ikki bara geva upp.
Teitur Skoubo vann realitysendingina Paradise Hotel í 2019 og hevur umleið 130.000 fylgjarar á Instagram.
Øll samrøðan við Teresu Ovenberg sæst á tv2.dk her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald