Mentan

Teresa Reinert talskvinna hjá NEATA Youth

Talan er um felagið fyri ungar áhugaleikarar í Norðurlondum og baltisku londunum

2023-11-09 07:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Teresa Reinert er júst vorðin talskvinna hjá NEATA Youth, sum er felagið fyri ungar áhugaleikarar í Norðurlondum og baltisku londunum. 

Stóri áhugin hjá Teresu hevur í nógv ár verið áhugasjónleikur, og hevur hon spælt nógv sjónleik í Sjónleikarafelagnum Glotti í Gøtu. Hon hevur eisini verið umboð fyri Ung í MáF í nøkur ár. 

Teresa hevur umboðað Føroyar vegna Ung í MáF í NEATA Youth í nøkur ár. Í summar var hon sostatt á sjónleikarastevnu hjá NEATA Youth í Danmark. 

Teresa er úr Leirvík. Í løtuni býr hon í Skotlandi, har hon lesur sálarfrøði.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder