Innanlands

Ternan rendi á land

Hon er tó longu komin leys aftur – Kavarar kanna botnin á skipinum, og siglur Rescue Lív millum Havnina og Nólsoy í løtuni

2022-04-04 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum skilst rendi Ternan á land í Nólsoy seint seinnapartin. Tó gekk skjótt at fáa skipið leyst aftur.

Strandferðslan skrivar á heimasíðuna, at eingin sigling er á nólsoyarleiðini í løtuni. Skipið er leyst og hevur lagt at bryggju í Nólsoy, og bíðað verður eftir kavarum, ið skulu kanna botnin. Men hvussu verður við siglingini á leiðini í kvøld er framvegis ógreitt.

Í meðan kavarar kanna botnin á Ternuni fer Rescue Lív í sigling á leið 90. Siglt verður soleiðis:

  • Av Havnini kl. 18:00
  • Úr Nólsoy kl. 18:15
  • Av Havnini kl. 18:30
  • Úr Nólsoy kl. 18:45
  • Av Havnini kl. 19:00

Verður Ternan klár til fráferðina úr Havnini kl. 22:00 og úr Nólsoy kl. 22:25, siglur Ternan hesar túrar. Um Ternan ikki er klár til siglingina í kvøld, fer Rescue Lív at sigla hesar túrar.

Les eisini: Ternan á beding eftir páskir

Myndirnar hevur Evy Toftegaard Nielsen tikið.

Dagførd kl. 17.44

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder