Innanlands

Ternan skal byrja at røkja leiðina um Skopunarfjørð beint eftir hvítusunnu

Tað er í samband við, at Teistin fer til klassing. Hetta merkir, at Ternan bert røkir siglingina um Nólsoyarfjørð í áleið eina viku á hesum sinni

Ternan hevur verið í Klaksvík til klassing í yvir eitt hálvt ár. Um royndarsiglingin gongur væl, fer skipið at sigla aftur um Nólsoyarfjørð - í nakrar dagar (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan hevur verið í Klaksvík til klassing í yvir eitt hálvt ár. Um royndarsiglingin gongur væl, fer skipið at sigla aftur um Nólsoyarfjørð - í nakrar dagar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-11 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð Ternan flotað aftur. Hetta var fyri fyrstu ferð í meira enn eitt hálvt ár. Í oktober 2020 varð strandfarskipið tikin upp á Klaksvíkar Sleipistøð til 40 ára klassingar. Nú skal Ternan royndarsiglast, áðrenn hon eftir ætlan byrjar siglingina til Nólsoyar aftur um vikuskiftið.

Tað verður tó ikki leingi, at nólsoyingar og onnur kunnu sigla við Ternuni um Nólsoyarfjørð. Teistin skal til klassing í næstum, og Ternan skal avloysa um Skopunarfjørð. Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur við Kringvarpið í dag, at gongst sum ætlað, fer Ternan at sigla Sandoyarleiðina beint eftir hvítusunnu. 

Hetta er um tvær vikur. Tá verður Erla Kongsdóttir aftur sett í sigling um Nólsoyarfjørð.

Sam, ið siglur um Kalsoyarfjørð, skal eisini til klassingar í ár. Hetta verður eftir, at Teistin er liðugut. Tað hevur verið ætlanin, at Ternan eisini skal avloysa um Kalsoyarfjørð, men nú er hendan ætlanin broytt nakað:

- Vit vænta, at Erla Kongsdóttir fer at sigla fyri Sam, og at Ternan kanska fer at sigla tveir dagar um vikuna við farmi á Kalsoyarleiðini - alt eftir, hvussu nógv tung ferðsla er, sigur Jóhan Petur Abrahamsen við Kringvarpið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder