Innanlands

Ternan skal royndarsiglast skjótt

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur við Kringvarpið, at skipið eftir ætlan verður flotað síðst í næstu viku. Enn er ikki endaliga greitt, nær 40-ára gamla Ternan kann fara í sigling aftur

Ternan hevur verið á Klaksvíkar Sleipistøð síðani oktober í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Ternan hevur verið á Klaksvíkar Sleipistøð síðani oktober í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-29 14:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ternan hevur ligið á Klaksvíkar Sleipistøðí beint yvir eitt hálvt ár. Strandfaraskipið fór har til 40-ára klassing í oktober, og av tí at arbeiðið var nógv meira umfatandi enn væntað varð, so bar ikki til at fáa Ternuna í sigling aftur áðrenn jól sum ætlað.

Síðani hevur dagfestingin verið útsett nakrar ferðir afturat, men nú nærkast og sambært Hilmari Eliasen verður Ternan flotað síðst í komandi viku.

Stjórin í Strandferðsluni sigur við Kringvarpið í dag, at tað verður í næstu viku, at tað gerst greitt, júst Ternan kann fara í sigling aftur. Skipið skal royndarsiglast áðrenn. Tað er neyðugt, tí meðan skipið hevur verið á sleipistøð, er mestsum øll stýrskipanin skift, sigur Hilmar Eliasen.

Í løtuni røkir Erla Kongsdóttir Nólsoyarleiðina. Ternan skal skjótt nýtast sum avloysari fyri Teistan á Sandoyarleiðini og eisini fyri SAM.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder