Nú er greitt, at elektroniski tónleikafestivalurin, sum upprunaliga skuldi vera við Leitisvatn, verður í Norðradali í døgunum 2. til 4. juli.
- Øll loyvir og samskipan við mynduleikar er upp á pláss, og alt gongur upp á stás, sigur ein ovurfegin Bjørk Sjóðklett, sum er ein av fyriskiparunum, í tíðindaskrivi.
Upprunaliga var ætlanin, at festivalurin skuldi vera við Leitisvatn í Vága kommunu, men so fekk kommunan aðrar tankar, saðlaði um og trekti loyvið aftur.
Hetta elvdi til nógv órógv fyri fyrireikararnar, og tað gjørdi ikki støðuna betur, tá Kringvarpið misskilti støðuna, og boðaði frá í tíðindunum, at festivalurin varð avlýstur. Men so er als ikki – tí festivaurin verður nú í vakra umhvørvinum í Norðradali í staðin. Har er enn vakrari, meira avsíðis og tættari við Havnina.
Øll loyvir og tað mesta av fyrireikingini í Norðradali er nú upp á pláss, so nú gleða øll seg bara til, at njóta hendan nýggja og annarleiðis festivalin, sum verður hildin dagarnar 2. til 4. juli.
Tónleikurin á The Fairy Island Festival verður elektroniskur, tað koma DJ’s úr øllum Evropa til Norðradals og skipa fyri tónleikinum. Eisini føroysk nøvn eru við, teirra millum Vár Samuelsen, Helgi, Hús, Andri, Antony C og Trygvi.
Spælt verður á tveimum pallum, sum báðir verða listskrýddir av altjóða listafólki, ið eru von við at prýða slíkar pallar á stórum festivalum uttanlands.
Umframt tónleik, verða eisini dansiframførslur verkstovur við støði í joga, alternativari viðgerð og healing, myndlist og túrar í náttúruni.
Fleiri upplýsingar eins og møguleiki at keypa atgongumerki eru á netsíðuni: thefairyislandfestival.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald