Mentan

“The Zone of Interest” á sjálvum holocaustdegnum

Tað, sum ger filmin óhugnaligan er, at vit ikki síggja tað, sum vit vit so nógv um

2024-01-18 12:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“The Zone of Interest” er nýggjur Holocaustfilmur, sum vann stóru dómsnevndarvirðislønina, The Grand Prix, á filmstevnuni í Cannes í fjør.

Dagin fyri frumsýningina í Cannes andaðist bretski rithøvundurin, Martin Amis, 73 ára gamal í Florida. Í 2014 skrivaði hann skaldsøguna, sum týsktmælti filmurin um týningarleguna Auschwitz byggir á.

Høvuðspersónar eru kommandanturin í Auschwitz, Rudolf Höss, og konan Hedwig, ið liva eina borgarliga dreymatilveru við børnunum og jødiskum tænarum, og ikki á nakran hátt tykjast varnast ella ørkymla seg um teir ræðuleikar, ið fara fram hinumegin múrin, har meir enn ein million menniskju verða týnd, tey allar flestu jødar.

Hesumegin múrin er hin vakrasti urtagarðurin hjá søguligu fyristøðufólkunum.

Rudolf Höss var tann kommandantur, sum longst var í starvi í Auschwitz. Hann var kommandantur frá 1940 til 1943 og aftur frá 1944 til 1945. Hann var ein av íbirtarunum av ætlan Hitlers, “Endlösung der Judenfrage”.

[object Object]

Tey, ið spæla hjúnini Höss eru Babylon Berlin-stjørnan Christian Friedel og Sandra Hüller, sum er kend úr filmum sum “Toni Erdmann” (2016) og “Ich bin dein Mensch” (2021), sum Filmsfelagið hevur víst. Sandra Hüller spælir eisini kvinnuliga høvuðsleiklutin í “Anatonomy of a Fall”, sum vann gull í Cannes, og Filmsfelagið vísir 14. februar.

Bretski leikstjórin Jonathan Glazer (f.1965) hevur arbeitt í eitt tíggjuáraskeið við hesum krevjandi filmi. Hann hevur fyrr gjørt filmar sum “Sexy Beast” (2000) og “Under the Skin” (2013).

Í filminum “The Zone of Interest” síggja vit bara gerandisdagin hjá fyristøðufólkunum. Vit síggja aldrin tað, sum fyriferst hinumegin múrin, men hoyra skríggini, skotini og barnagrátin, og síggja stundum royk upp móti himmalinum.

Saman við fotograferingini hjá Lukasz Zal og tónleikinum hjá Mica Levi verður filmurin serliga óhugnaligur, tí vit síggja so lítið av tí, sum vit vita so nógv um. Júst tað ger søguna til eina hina sterkastu í biografunum í mong ár.

Leggið til merkis at henda sýningin hjá Filmsfelagnum er leygardag, sjálvan Holocaustdagin 27. januar 2024. Sýningin er almenn og byrjar kl. 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder