Týsdagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi.
Skrúðgongan byrjar kl. 15, tá skótarnir í Havn marsjera saman við hornorkestrinum. Gingið verður úr Tróndargøtu við Finsen, síðani eftir Niels Finsensgøtu og oman til Ráðhúsið.
Flaggdagshaldið verður uttanfyri Ráðhúsini, og flaggdagsrøðari í ár verður Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak.
Flaggdagshald var á fyrsta sinni hildið á Vaglinum í Havn í 1941 og 1942. Síðan kom steðgur í til 1947, tá Havnar Hornorkestur tók táttin uppaftur. Sostatt eru tað í ár 76 ár síðani, at Havnar Hornorkestur skipaði fyri flaggdagshaldi fyrstu ferð.
Havnar Hornorkestur varð stovnað í 1903, og eru tað í ár liðin 120 ár síðan stovningardagin. Rundi dagurin varð hátíðarhildin við eini flottari konsert fyrr í vár.
Havnar Hornorkestur verður eisini vertur fyri árligu musikkstevnuni í ár. Hon verður hildin Dýra biðidag, 5. mai í Eysturskúlanum. Tískil verður høvið aftur at hoyra bæði Havnar Hornorkestur og hini horn- og harmoniorkestrini í Føroyum - øll savnað á einum stað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald