Uttanlands

Theresa May útsetir atkvøðugreiðsluna

Meiriluti er ikki í Undirhúsinum fyri Brexit-avtaluni í løtuni

Mótmælisfólk vóru savnað uttan fyri undirhúsið í dag (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk vóru savnað uttan fyri undirhúsið í dag (Mynd: EPA)

2018-12-10 16:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Atkvøðugreiðslan um Brexit í Undirhúsinum er útsett í óavmarkaða tíð.

Ætlanin var annars, at atkvøðast skuldi um Brexit-avtaluna, sum bretska stjórnin hevur gjørt við ES, í morgin. Men í røðu síni í Undirhúsinum í dag ásannaði Theresa May, forsætisráðharri, at tað í løtuni ikki er meiriluti fyri avtaluni, og at atkvøðugreiðslan tí verður útsett.

Theresa May greiddi frá, at tað er spurningurin um markið millum Norðurírland og Írland, sum er orsøkin til at málið verður útsett.

Í avtaluni er eitt sonevndi ’backstop’ – ein verja, ið skal koma í gildi, um tað í framtíðini ikki eydnast ES og Bretlandi at semjast um, hvussu sleppast kann undan einum markaeftirliti millum Írland og Norðurírland, skrivar Danmarks Radio.

Tey, sum eru ímóti eini skilnaðaravtalu halda, at henda ’backstop’-avtalan kann binda Bretland til ES-tollreglur í allar ævir.

Konservativi flokkurin hjá Theresa May hevur ikki meiriluta í Undirhúsinum, og hartil hava fleiri at limunum í flokki hennara boða frá, at tey ikki kunna atkvøða fyri atkvøðuna í núverandi líki.

Theresa May ætlar nú at venda aftur til ES-londini í eini roynd at broyta avtaluna, segði hon í Undirhúsinum. ES-toppfundur verður í Brússell hósdagin og fríggjadagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder