Í sambandi við bygnaðarbroytingar á stovninum lýsti Landsverk í desember eftir trimum nýggjum deildarleiðarum, sum nú allir eru settir. Tann seinasti í røðini er Thomas Magnussen, ið er settur sum starvsfólkaleiðari.
Thomas Magnussen er 57 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur á Universitetinum í Keypmannahavn. Seinastu fimm árini hevur hann starvast sum deildarleiðari fyri HR og stjóraskrivstovuna á Almannaverkinum, og hevur í hesum tíðarskeiðinum eisini undirvíst í fakinum, almennur starvsfólkarættur, á Fróðskaparsetrinum. Undan hesum starvaðist hann sum samskipari á stjóraskrivstovuni á Almannaverkinum, og áðrenn tað sum løgfrøðingur í Fiskimálaráðnum.
Leiðsluroyndirnar hjá Thomasi Magnussen eru fjølbroyttar. Millum annað var hann virkandi stjóri á Strandferðsluni 1992-1994, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum frá 1997-2005 og stjóri á Smyril Line frá 2005-2007.
Hinir báðir nýggju deildarleiðararnir á Landsverki eru Boði Haraldsson, leiðari á Virkisdeildini, og Róaldur Jákupsson, leiðari á Fíggjardeildini. Tveir aðrir deildarleiðarar eru á Landsverki. Tey eru Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Infrakervi, og Jón O. Sólsker, leiðari á Byggideildini. Leiðslan á Landsverki er sostatt aftur fullmannað.
Thomas Magnussen byrjar í starvinum 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald