Ronnie er nú aftur klárur við einum nýggjum sangi.
Hesa ferð er tað tó eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí hann eigur hvørki orð ella lag sjálvur, og hann syngur fyri fyrstu ferð á enskum.
Tað er nevniliga Julian Andreasen, sum eigur sangin. Julian er fyrst og fremst kendur sum tónleikaframleiðari, men hann ger eisini sínar egnu sangir.
Sangurin, ið hevur heitið ”Thought I Heard You Say”, er ein lættur og summarsligur poppsangur við einum ferli av EDM vibes.
Eivin Dam Simonsen hevur spælt trompet, og Dánial Gomez hevur sungið kór. Allan Korsager Davidsen hevur gjørt eitt tekstasjónband til sangin, sum sæst omanfyri.
Sangurin er eisini at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum.
Um sangin
Lag og orð: Julian Andreasen
Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen
Sangur: Ronnie Korsager Davidsen
Kór: Dánial Gomez og Ronnie Korsager Davidsen
Trompet: Eivin Dam Simonsen
Mastering: Holger Lagerfeldt
Mynd og tekstasjónband: Allan Korsager Davidsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald