Tað var ein syrgilig orsøk til, at Miley Cyrus og Liam Hemsworth giftust tollaksmessudag í fjør.
Tað segði 29 ára gamli Liam Hemsworth við blaðið GQ í vikuni.
Hann og Miley Cyrus høvdu verið par í tíggju ár, og tey vórðu flutt saman í eini stór hús í Malibu í Kalifornia, sum varð rakt av skógareldum í november.
Eldurin kravdi í minsta lagi 80 mannalív, og vóru húsini hjá parinum eisini millum tey, ið brendu niður.
Sambært Liam Hemsworth, vórðu tey nokk ikki gift nú, hevði tað ikki verið fyri skógareldunum.
- Eldurin broytti alt. Eg var 18 ár, tá eg hitti Miley. Vit gjørdust skjótt forelskaði, og vit høvdu gott samband frá byrjan av, og eg visti innast inni, at tað fór at henda fyrr ella seinni, men vit høvdu yvirhøvur ikki ætlanir um eitt brúdleyp í nærmastu framtíð, greiðir hann frá.
Tey høvdu bæði fingið kensluna av, at eldurin var eitt tekin um, at tey skuldu byrja okkurt nýtt saman.
- Tá tú hevur upplivað nakað so kensluborið sum hetta saman við onkrum, verða tit knýtt tættari saman, og hjá okkum kendist tað, sum høvdu vit mist ein stóran part av lívinum, og vit ynsktu at skapa okkurt nýtt saman. Tað er nakað øgiliga gott, sum kom burturúr ræðuleikanum.
Miley Cyrus og Liam Hemsworth hava búð í Franklin í Tennessee, síðan hús teirra brendi niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald