2020-04-22 17:44
Tórshavnar sløkkilið fór fyri løtu síðani vil fullum útrykningi niðan til Hoyvíkar
Boðað var frá eldsbruna í fyrrverandi royndarstøðini í ”gomlu Hoyvíkini”, sum økið stundum verður rópt á mannamunni. Tjóðsavnið heldur til har nú.
Men tað vísti tíbetur bara seg at vera í eini ruskspann, sum eldur var í. Eldurin var sløktur við skúmsløkkjara áðrenn sløkkiliðsbilarnir náddu fram.
Sløkkilið valdi tó at gera nærri kanningar av bygninginum, tí ruskspannin stóð rættiliga tætt upp at søguliga bygninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald