2020-04-07 18:40
Klokkan 10 í morgin verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um, hvørji stig landsstýrið ætlar at taka í mun til at lata samfelagið spakuliga upp eftir páskirnar.
Hesum boða myndugleikarnir frá í kvøld. Á tíðindafundinum verða løgmaður, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum og Michael Boolsen, fúti.
Ein tíðindafundur afturat verður í morgin, veit útvarpið í kvøld. Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, fer klokkan 14 at kunna um, hvussu dagstovnar og skúlar lata uppaftur.
Dagført við upplýsingum um seinna tíðindafundin kl. 18:40. Upprunaliga var greinin løgd út 17:58.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald