Innanlands

Tíggju nýggir koronatilburðir staðfestir seinasta samdøgrið

Fimm føroyingar frískir afturat. Harvið eru 94 fólk smittað í løtuni

2020-03-25 07:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landslæknin upplýsir í morgun, at í alt 132 føroyingar hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á 2667 kanningarúrslit.

Harvið hava tíggju fólk fingið staðfest smittuna seinasta samdøgrið.

Úrslitið fyri 22 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag, skrivar Heilsumálaráðið.

Heilsumálaráðið boðar eisini í morgun frá, at fimm av teimum føroyingunum, ið hava fingið staðfest covid-19, eru seinasta samdøgrið staðfestir frískir.

Nú eru samanlagt 38 staðfest frísk. Tað er av teimum 132, ið higartil hava fingið staðfest coronavirus, og harvið eru 94 fólk smittað í løtuni.

Fyri at staðfesta, at smittað fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Tvey fólk við koronasmittuni eru framvegis innløgd á Landssjúkrahúsinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder