Fyri beint yvir trimum mánaðum síðani fór Hans Jákup Langgaard úr starvinum sum stjóri í Posta - eftir undir eitt ár í tí og við einari stórari fráfaringarløn.
Stjórastarvið varð lýst til at søkja um, og nú mánadagin 3. februar var freistin úti.
Nú er greitt, at tíggju umsóknir eru komnar til starvið sum stjóri í Posta. Hetta váttar Árni Ellefsen fyri Kringvarpinum.
Árni Ellefsen gjørdist nevndarformaður í Posta sama dag, sum Hans Jákup Langgaard fór úr starvinum.
Hann sigur, at ætlanin er at at seta starvið skjótast gjørligt.
Edvard Remberg, sum leingi hevur verið KT-leiðari hjá stovninum, hevur røkt stjórastarvið síðani 1. november 2024.
Í síðstu viku kunngjørdi Posta, at man fer at gevast at bera lýsingabløð út. Hetta merkir millum annað, at 12 fólk verða søgd úr starvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald