Tvey av teimum tíggju valevnunum, ið fyrstu ferð upplivdu at verða vald sum ein av tinglimunum í Føroyum, vórðu fyrstvald á sínum lista.
Beinir Johannesen úr Klaksvík gjørdi eitt kanónval. 22-ára gamli klaksvíkingurin fekk beint undir 1000 persónligar atkvøður og endaði greitt ovast á fólkafólkslistanum. Ikki óvæntað komu Christian Andreasen og Uni Rasmussen eisini inn av lista A
Sí eisini: Við Beinir á vali
Fólkaflokkurin eigur Klaksvíkina
(Nýggja politiska stjørnuskotið hjá Fólkaflokkinum og í Klaksvík)
Bjarni Kárason Petersen stillaði upp fyri aðru ferð, og 25-ára gamli havnarmaðurin gjørdist eitt av tveimum tingfólkum hjá Framsókn, og hann endaði frammanfyri formannin, Poul Michelsen, umframt fyrrverandi tingkvinnurnar Ruth Vang og Honnu Jensen. Bjarni hevur, eins og Djóni Nolsøe Joensen sum varð valdur á Javnaðarlistanum, verið eykamaður í farnu tingsetu. Av javnaðarlistanum kom Jóhannis Joensen úr Miðvági inn í sínari fystu roynd, og tað sama gjørdi 27-ára gamla Ingilín Didriksen Strøm, ið fekk heilar 543 persónligar atkvøður.
Bjarni: - Ófatiliga skelkaður
Ingilín: - Hetta er vilt
Hjá Tjóðveldinum var tað garvaða tíðindakvinnan og tann unga lesandi, ið komu inn fyri fyrstu ferð. Beinta og Hervør endaðu á ávíkavist 5. og 6. plássi á listanum, og tær koma at manna tingbólkin saman við trimum øðrum kvinnum og Høgna Hoydal.
Sí eisini: Hervør: - Hetta er heilt óveruligt
Frimodt Rasmussen megnaði at lyfta arvin eftir Bjørn Kalsø, hóast stjórin á sleipistøðini ikki fekk eins nógvar persónligar atkvøður sum fyrrverandi sambandsumboðið í Norðoyggjum hevur fingið undanfarnu val.
Her er eitt yvirlit yvir heilt nývaldu tinglimirnir:
Fólkaflokkurin:
Beinir Johannesen 995
Christian Andreasen 583
Uni Rasmussen 464
Sambandsflokkurin:
Frimodt Rasmussen 356
Javnaðarflokkurin:
Ingilín Didriksen Strøm 543
Djóni Nolsøe Joensen 352
Jóhannis Joensen 284
(Kristin Michelsen valdur fyri fyrstu ferð á Sjálvstýrislistanum - 298)
Tjóðveldi:
Beinta Løwe 299
Hervør Pálsdóttir 289
Framsókn:
Bjarni K. Petersen 280
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald