Roknast kann við, at í minsta lagi 10. hvørt starvsfólk, ella umleið 2.800 føroysk starvsfólk, hava so stórar trupulleikar við hoyrnini, at tað er trupult hjá teimum at vera við í samrøðum millum fleiri enn tvey fólk. Ein avleiðing av hesum kann vera vaksandi frustratiónir, strongd og at fólk halda seg burtur frá felagsskapinum og harvið kenna seg einsamøll, avskorin og hava verri lívsgóðsku.
Harumframt vísa danskar útrokningar, at hesir hoyritrupulleikar millum 50-65 ára gomul kosta landinum upp í 2,7 milliardir kr. um árið í mistari framleiðslu. Umroknað til føroysk tøl svarar tað til 20-30 milliónir kr. um árið. Harafturat koma øktar útreiðslur til fyritíðarpensjón og eftirløn.
--------------------------------------------------
- 10. hvørt starvsfólk hevur trupulleikar við hoyrnini. Hetta svarar til umleið 2.800 føroyingar (um vit samanbera við donsk tøl)
- Hoyrimissur er ein forðing í gerandisdegnum, millum annað tí tað er eitt fjalt "brek"
- Fólk við hoyrimissi fáa minni stuðul frá arbeiðsgevara enn tey sum hoyra vanligt
- Nógv av teimum við hoyrimissi fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum. Eisini uttan at vita, at hoyrimissurin er osøkin til, at tey ikki longur megna arbeiðið
- Fólk við hoyrimissi eru verri nøgd við arbeiðumstøðurnar og leiðsluna enn onnur
- Fólk við hoyrimissi og arbeiðsgevarar kenna ov lítið til møguleikar fyri tøkniligari og sosialari hjálp og ráðgeving
- Tað kostar samfelagnum, at fólk í virkisførum aldri, ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Við røttu hjálpini kunnu fleiri fólk koma aftur til arbeiðis
- Vit eru øll potentiellir hoyritólsbrúkarar, eftirsum hoyrnin hjá teimum flestu við tíðini versnar vegna aldur ella larm. Tí er tað viðkomandi hjá øllum arbeiðsplássum, at hugsa um hoyrnina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald