Tíggjutúsundtals fólk fylgdu við jarðarferðini hjá fólkakæra borgarstjóranum á stórskíggjum, sum vórðu settir upp framman fyri kirkjuni, har gudstænastan varð hildin. Áleið 45.000 fólk fólk vóru við til jarðarferðina, boðar polska løgreglan frá.
53 ára gamli Pawel Adamovicz varð fyri einum kníválopi til eina góðgerarkonsert.
Tá tíðindini bórust, at støðan hjá borgarstjóranum var hættislig, streymaðu hundraðtals av býarfólki til sjúkrahúsið at geva blóð.
Pawel Adamovicz var undir eini fimm tímar langari skurðviðgerð, men doyði av álvarsligu løstunum. Hann varð váttaður deyður mánadagin.
Politikarir á báðum vongum hava fordømt drápið av vælumtókta borgarstjóranum.
Donald Tusk, formaðurin í Evroparáðnum, sum sjálvur er úr Gdask, var væl við Adamovicz, og skrivaði soleiðis á Twitter:
- Paweł Adamowicz, borgarstjóri í Gdask, ein solidariskur og frælsissinnaður maður, ein evropeari, mín góði vinur, er myrdur. Má hann hvíla í friði.
Ákærdi skal mentalkannast
Summi stúra fyri, at drápið er ein avleiðing av ógvusliga politiska tvídráttinum í Pólandi.
Ákærumyndugleikin í Pólandi boðar frá, at 27 ára gamli ákærdi maðurin skal mentalkannast, av tí, at ivi er um, hvør hansra sinnisstøða var um brotsgerðarmundið.
Maðurin hevur frammanudan sitið ein fimm og eitt hálvt ára langan fongsulsdóm fyri at vera við í einum bankaráni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald