2020-05-30 10:30
Gongd er komið á náttarlívið aftur, og tað byrjar at líkast tað, sum tað var áðrenn korona.
Í hesum sambandi hevur løgreglan eisini gjørt eitt málrættað átak móti rúsdrekkakoyring í nátt, har løgreglan steðgaði fleiri bilum.
Úrslitið av tí var, at eitt mál varð skrivað stutt fyri klokkan tvey í nátt. Talan var um ein bilførara í Havn, sum nú er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Annars hevur náttin, hóast skeinkistøðini høvdu leingi opið, verið stak friðarlig, upplýsir løgreglan í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald