2020-10-03 09:57
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tá klokkan var umleið trý í nátt varð ein bilførari í Norðstreymoy tikin fyri at koyra ávirkaður.
Av politistøðini verður upplýst, at illgruni er um, at viðkomandi var ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av føraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Annars hevur talan verið um eina friðarliga nátt, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald