Innanlands

Tikin fyri at koyra ávirkaður

Løgreglan steðgaði í gjár einum bili, tí illgruni var um, at førarin var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-25 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri at koyra ávirkaður.

Tað var um klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið, at løgreglan steðgaði einum bili, tí illgruni var um, at førarin var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka.

Førarin varð kannaður, og vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum, so hann varð handtikin og skuldsettur.

Í nátt kannaði løgreglan eisini ferðsluna í Skopun og í Kollafirði, men har var alt, sum tað skuldi vera, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder