Uttanlands

Tikin við níggju kilo av kokaini á floghavnini í Keypmannahavn

Hetta er aðru ferð innan heilt stutta tíð, at danska løgreglan hevur tikið eitt par úr Brasil fyri at smugla stórar nøgdir av kokaini

Flogvøllurin í Kastrup (Mynd: EPA)

Flogvøllurin í Kastrup (Mynd: EPA)

2019-12-26 11:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein kvinna og ein maður úr Brasil vórðu seinnapartin í gjár handtikin í Danmark, eftir at hava roynt at smugla níggju kilo av kokaini inn á floghavnina í Kastrup.

Sambært løgregluni í Keypmannahavn, er grundlógaravhoyr í dag, og er kravið, at tey verða varðhaldsfongslaði.

Sambært Ritzau, er hetta aðru ferð innan heilt stutta tíð, at ferðandi úr Brasil verða skuldsett fyri at smugla stórar nøgdir av kokaini til Danmarkar.

Fyrr í desember mánað varð eitt annað par úr Brasil eisini tikið við 4,75 kilo av flótandi kokaini og 2,1 kilo av kokainpulvuri.

Les eisini: Hava lagt hald á 17,1 kilo av hassji í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder