Innanlands

Tikin við rúsevnum uppiá sær

Fleiri fólk í Vágum eru skuldsett fyri brot á rúsevnislógina, og fleiri bilførarar eru tiknir fyri at tosa í telefon undir koyring

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-05-02 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur seinastu tíðina gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna, og seinasta samdøgrið hevur løgreglan eisini steðgað fleiri bilum í Streymoynni og Eysturoynni.

Í hesum sambandi vórðu fleiri mál skrivað. Talan var um fólk, sum tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu.

Í nátt vórðu fleiri fólk í einum bili í Vágum eisini tikin fyri at hava rúsevni uppiá sær, og eru tey nú skuldsett fyri brot á rúsevnislógina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder