Innanlands

Til frisør í andlitsmasku

Gongd so smátt komin í tænastuvinnuna aftur

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-04 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt tekin um, at samfelagið nú spakuliga er latið upp aftur, er at tað nú aftur er møguleiki at sleppa til frisør at klippa ella seta sær hárið.

Í farnu viku loyvdi løgmaður tænastuvinnuni spakuliga at fara í gongd aftur, men við við teimum fyrivarnum, sum verða mett vera neyðug.

Fyri frisørar, sum jú arbeiða tætt at sínum kundum, merkir hetta at arbeiðið skal gerast við andaverju, bæði hjá veitara og kunda, sum hesar myndirnar vísa, sum Ólavi Frederiksen tók í salong Annika í Havn í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder