(Umboð fyri Portal.fo/Blaðið Vikuskifti vitjaðu í Bergen 1.-4. oktober, bjóðað av flogfelagnum Widerøe og Visit Bergen)
Les eisini: Bergen hevur almikið at bjóða
Yr.no er ein veðurtænasta, sum nógvir føroyingar kenna og brúka. Og tað gera tey sjálvandi í Noregi eisini, tí talan er um norsku veðurtænastuna, sum veitir veðurtíðindi til eitt nú norska kringvarpið, NRK.
Ert tú staddur í einum norskum býi, so kanst tú á yr.no brúka eina tænastu, sum ikki virkar her heima í Føroyum. Henda tænasta eitur “nedbør neste 90 minutter”.
Og vit mugu bara viðganga, at henda tænastan virkar rættiliga væl. Nei, heilt væl, fyri ikki at siga at hon er púra presiss.
Tað upplivdu vit nú farna vikuskiftið í Bergen. Tað regnar næstan 200 dagar um árið í miðal, næstan 2.500 millimetrar um árið.
Bergen er jú tann býur, har tað sigst regna mest í Noregi. Kortini er Noregs næststørsti býur vaksin fram við víkunum, millum tey sjey fjøllini á náttúruvakra staðnum her á 60. breiddarstigi.
Fløyen – eitt mást
Tey flestu, sum hava verið turistar í Bergen, kenna Fløyen. Fløyen er tað mest vælumtókta ferðamálið í býnum.
Talan er um eitt av teimum sjey fjøllumum í Bergen. Higar ber til at koma upp í einum serbygdum jarnbreytavogni, ið hevur røkt ferðafólkaflutning út miðbýnum í Bergen og upp á 320 metra høga fjallið síðan 1918.
Trupulleikin hjá okkum henda vikuskiftistúrin er bara tann, at Fløyenbanin stongdi fyri fáum vikum síðani. Tey skulu arbeiða upp á banan, skifta vognarnar út – ein rættiliga umfatandi ístandseting og nýmótansgerð av tænastuni, sum tí ikki virkar aftur fyrr enn 1. apríl komandi ár.
Hvat er so at gera, tá man fegin vil ein túr upp á Fløyen og taka myndir út yvir býin haðani?
- Tað er bara at ganga niðan, sigur Linn Kjos Falkenberg, samskiftisleiðari á Visit Bergen, og peikar niðan móti fjallinum og vísir okkum hvar gøtan byrjar.
Sjálvandi, vit hava báðir vunnið á Slættaratindi í summar, so tað er lagamanni.
Og so er tað tað við veðrinum. Hendan middagin leygardag, var fínasta veður í Bergen eftir at tað hevði regnað nakað gjøgnum fyrrapartin.
So vit fóru til gongu niðan móti gomlu brandstøðini við Skansadammin, nakað oman fyri Torgið í Bergen, eitt sermerktur hvítur træbygningur við torni, sum sæst væl í býarmyndini. Niðjan slitnar trappur í sera hugnaliga gamla partinum av Bergen.
Heruppi byrjar gøtan niðan á Fløyen.
Regn
Aftur til veðrið. Komnir her niðan byrjaði at æla eitt sindur, og tá er tað, at makkarin tekur telefonina fram og kekkar Yr.
- Vit áttu havt hugt eftir Yr áðrenn vit fóru, viðgongur hann turrisliga.
- Tað skuldi byrja at regna nú, og tað verður verri enn.
Vit halda fram leiðina niðan eftir við góðum treysti. Eru farnir í regntættar jakkar og hála hetturnar fram og upp á høvdið.
Her er gott at ganga – munandi betri undirlag enn niðan á Slættaratind – men bratt og rættiliga tungt. Regnið hjálpir ikki upp á lagið.
Tí nú tók eisini at oysa niður. Tíbetur funnu vit eitt stað at kroka. Ein bonkur undir einum hálvtaki við næsta av trimum støðgistøðum hjá Fløyen-bananum, tá hann er virkin – støðin eitur Fjellveien, vit eru ikki komnir hálvan vegin enn.
Álítandi Yr
At sleppa at kroka var ein góð umbering, tí mann hevði tørv á at hvíla seg eina løtu, fáa pulsin niður á normalt aftur.
Men tá regnaði tað eisini so illa, at vit vóru um at bera ótta fyri, um regnvatnsristirnar fóru at megna alt avfallið. Men slíkum nýttust vit ikki at órógvast um. Her kenna tey til avfall.
- Tað gevst at regna um fimm minuttir, segði makkarin, hyggjandi niður í fartelefonina.
Og so var. Tað helt.
Eftir hetta var bert talan um smá stroyggj, sum ikki órógvaðu náttúruvakra túrin niðan brøttu brekkuna, har vit eisini fáa høvi at hyggja nærri eftir hvussu bergensar hava bygt sær húsini her í brattlendinum. Rættiliga hugtakandi, tí slíkt er ikki nakað, ein sær í Føroyum – hetta, at bygt verður for í bergið.
Eftir at hava gingið fyri ein part á væl asfalteraðari gongubreyt, skiftir umhvørvið nú til grúsgøtur millum grannvaksnu trøini. Vit eru komin upp um húsini, og ganga nú gjøgnum skógina, eftir Fløysvingene, sum gøtan eitur, sambært kortinum.
Jú, jú, fram kemur tann, ið hóvliga fer. “Eitt stig ágangin er heilt óendaligt”, sum Marius kvøður. Vit komu upp, ja enntá upp um sjálva endastøðina uppi á eggini, tí gøtan gekk oman eftir tað seinasta pettið til málið fyri túrin.
Trøll sum tema
Her er ein matstova, Fløien Folkerestaurant, við undurvøkrum útsýni út yvir býin. Her ber til at fáa mettuna ella sløkkja sær tostan, men spyr um prísin fyrst. Her er dýrt, eisini eftir bergenskum mátistokki, og tá er tað veruliga kostnaðarmikið, kunnu vit heilsa og siga.
Fløien Folkerestaurant (Mynd: Sverri Egholm)
Uppi á Fløyen er gott útsýni, men her er eisini gjørdar umstøður, serliga til børnini. Trøll eru tema her, tey síggjast á stóra spæliplássinum, men eisini inni í skóginum, har spennandi er at fara á kanningarferð.
Uppi á Fløyen eru ríkir møguleikar at ganga túrar í skóginum – á vetrartíð eru eisini møguleikar at standa á skíð – renniskíð – á rásum, ið eru upplýstar.
Eitt sindur skuffandi var at staðfesta, at Fløyen “bara” er 320 metar yvir havinum. Tað merktist á beinunum, sum var tað minst tað tvífalda.
Næstu ferð verður tað við bananum. Hann letur upp aftur 1. apríl næsta ár. Í nýggjum tokum, sum taka enn fleiri fólk, og har møguleikarnir fyri fólk við barnavogni ella í koyristóli eru munandi batnaðir.
Tá tað er sagt, so kann gongutúrurin eisini viðmælast. Hann er framúr vakur. So, um tú ikki setur tær fyri at taka túrin niðan, so kundi tú kanska tikið hann á apolstlunum omanaftur, um ætlanin er at vitja her.
--
Sjey fjøll eru kring Bergen, fjøll, sum helst eru orsøk til at tað er so tiltikið nógv regn í hesum vakra býi.
Til ber at koma upp á tvey av fjøllunum uttan knoss. Umframt Fløyen, slepst eisini niðan á Ulriken, sum er tað hægsta av teimum sjey fjøllunum, 643 metrar yvir havinum. Higar upp slepst við einum rennistrongi har 17 fólk sleppa í ‘gondolina’ hvørja ferð. Hesin rennistrongur liggur nakað uttan fyri miðbýin í Bergen, nærhendis Haukeland sykehus.
Á Bergens-ferð okkara høvdu vit heldur ikki møguleikan at royna henda banan, tí Ulrikenbanen hevur eisini verið stongdur tað mesta av árinum orsaka av umvæling og nútímansgerð. Hann skuldi eftir ætlan lata upp nú í oktober við enn størri kapasiteti eisini.
Millum gongufólk er vældámt at taka túrin frá Ulriken og yvir til Fløyen ella hinvegin – ein rættiliga krevjandi túrur á einar 18 kilometrar, og mettur at taka 5-6 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald