(Umboð fyri Portal.fo/Blaðið Vikuskifti vitjaðu í Bergen 1.-4. oktober, bjóðað av flogfelagnum Widerøe og Visit Bergen)
Mált í kilometrum er nærmasti stórbýur hjá okkum høvuðsbýurin við vesturstrond Noregs, Bergen, við næstan 290.000 íbúgvum.
Í Aberdeen í Skotlandi búgva um 220.000 fólk, men hagar er ikki longur beinleiðis samband loftvegis.
Sostatt er stytsti túrurin úr Føroyum at vitja ein størri bý, túrurin eystur um hav til býin, sum einaferð í søguligari tíð kallaðist Bjørgvin. Tá var helst lutfalsligari tættari samband millum Bjørgvin og Føroyar, enn tað er nú.
Leingi hevur fast flogsamband verið millum Føroyar og Bergen, men nú føroyska tjóðarfelagið fór at flúgva til høvuðsstaðin Oslo í staðin, tók norska ‘innanríkisflogfelagið’ Widerøe av kappingini, og byrjaði við beinleiðis flúgving millum Vága Floghavn og Flesland, smáar 20 kilometrar sunnan fyri Bergen.
Les eisini greinina í seinasta blað: Umstøðurnar í Vágum líkjast Norðurnoreg
Bergen hevur síðan gamlari tíð verið portrið hjá Noregi vestur í hav, og tí hevur líka frá landnámstíð verið tætt samband millum Føroyar og Bergen.
Bryggen
UNESCO-vardur gamal býarpartur
Søgan hjá Bergen sum handilsbýur er long og hendingarrík, og tað kann upplivast tann dagin í dag. Bergen er við hugtakandi søguliga býarpartinum, Bryggen, ein partur av heimsarvslistanum hjá UNESCO, og bara tað, ger staðið til nakað heilt serligt, tá talan er um ferðafólkavinnu.
Eyðkendu og lavskeivu timburhúsini, sum standa lið um lið fram við sjóvarmálan eru eyðkend og hugnalig. Hóast bygningarnir eru gamlir og søguliga varðveitingarverdir, so yðir framvegis av lívi, tí tysjandi handilsbýarlívið er ongantíð støðgað upp her.
Her eru handlar, skrivstovur, skeinki- og matstovur, harav fleiri hava opið langt út á náttina.
Savn bygt oman útgrevsturin
Á formninnissavninum nærhendis, kallað Bryggen Museum, kann søgan upplivast. Útgravingar eru gjørdar, sum avdúka, at Bergen býur gjøgnum søguna er niðurbrendur og uppafturbygdur fleiri ferðir.
Núverandi húsini, sum upprunaliga vórðu bygd av týskum hansakeypmonnum, ið komu til Bergens eftir svartadeyðan, eru frá 1400 talinum. Seinast tað brann ógvusliga her var í 1955, tá ein partur av søguligu húsarøðini fórst.
Bryggen Museum
Men hesin eldsbruni varð orsøk til, at ein útgrevstur varð settur í verk, og henda spennandi søgan kann í dag upplivast á savninum, Bryggen Museum. Tann eldsbrunin var eisini orsøk til, at farið varð undir at varðveita tað, sum var eftir av tí gamla Bryggen, sum tá var við at forfarast.
Og í 1979 eydnaðist tað av sannføra UNESCO um, at her er talan um veruligan heimsarv. Hereftir hava bryggjuhúsini verið fremsti magnetur fyri ferðafólk til Bergens.
Avmarkaður miðbýur
Hóast Bergen er ein stórur býur eftir okkara mátistokki, so er Bergen miðbýur rættiliga lítil og avmarkaður, og kann lættliga upplivast meira ella minni til gongu yvir eitt vikuskifti.
Virksemið, bæði tað søguliga og tað handilsliga, er miðsavnað kring Vågen, har Bryggen er við norðurstrondina og vælkenda fiskatorgið innast í vágsbotninum.
Beint uttan fyri Bryggen í innsiglingini til Vågen – har, sum Norrøna plagdi at leggja at – liggur skansin, Bergenshus, sum gjøgnum tíðina hevur vart Bergen móti óynskum gestum sjóvegis.
Her rýkur av søgu. Í víkingatíð stók kirkja her – hon varð seinni rivin niður – har leivdirnar av verndara Bergens, hini heilagu Sunnivá, vóru grivnar undir altarinum. Her var eisini Sverri kongur Sjúrðarson, sum traðkaði sínar barnaskógvar í Kirkjubø, krýndur og grivin.
Nú er økið bara markerað við einum runni, meðan tað stendur ein standmynd fyri Skt. Sunnivá har sum altari einaferð var.
Kongshøllin
Men eitt annað, sum ger Bergenshus eina vitjan verd, er Hákunshøllin. Ein gomul kongshøll frá 1200 talinum, sum einaferð forfall, men sum undan næstseinasta aldarskifti varð bygd uppaftur fyri síðan at verða rakt av ógvusligari spreinging undir øðrum heimsbardaga, tá eitt skip fór í luftina á Vágni beint uttan fyri skansan.
Hákunshøllin (Mynd: Sverri Egholm)
Hugtakandi bygningsverk, og sum føroyingur undrast ein yvir, at slíkt ikki verður gjørt við líknandi leivdir í Føroyum – her verður sjálvandi hugsað um múrin í Kirkjubø. Håkonshallen er ikki einasta slíka bygningsverk í Noregi, sum føroyingar kundi hugt eftir, um vilji var at gera gagn av múrinum heldur enn at ómaka sær við at varðveita hann sum eitt fornminni.
Her á Skansanum er eisini eitt gitið torn, Rosenkrantztårnet frá 1500-talinum, sum í dag er pakkað inn, tí tað skal umvælast fyri ikki at enda sum, ja, Kirkjubømúrurin, orsaka av at vatn seyrar inn.
UNESCO City of Gastronomy
Tá vit vitja inni hjá VisitBergen, sum hevur skrivstovu í einum markantum bygningi heilt úti móti sjónum innast í Vágni, har fleiri fiskamatstovur og -marknaður húsast í kjallaranum, eru tey eisini fyrst at nevna ríku søguna, tá spurt verður um hvat tað er, sum trekkir ferðafólk til Bergens.
Men so er tað eisini vakra náttúran, Fløyen og firðirnir og oyggjarnar nærhendis, sum trekkja.
Men eisini gastronomiin er eitt fokusøki, tá tað snýr seg um at eggja ferðafólki at koma til býin.
Tað er nevniliga eydnast Bergen býi at koma á ein annan lista hjá UNESCO eisini, nevniliga UNESCO City of Gastronomy, ein viðurkenning av, at Bergen er ein heilt serligur býur, tá tað kemur til matgerðarlist, bæði at duga at inndraga lokala matarsiðin, leggja dent á stuttflutta rávøru, og so eisini hava eitt ávíst støði.
Akvarium við flytingarætlanum
Tá talan er um frítíð saman við børnum, so er akvariið í Bergen stóra magnetin. Hugnaliga akvariið uttast á Nordnes hevur verið ein attraksjón 60 ár.
Men dagarnir hjá hesum serliga stað eru taldir. Tí arbeiðið at byggja eitt nýtt akvarium eina aðra staðni í býnum er nú komið so langt, at skjótt verður farið at byggja í býarpartinum, sum kallast Dokken. Ætlan er, at nýggja akvariið í Bergen skal vera liðugt longu í 2025.
Í Bergen eru eisini svimjihallir og ein uttandurða svimjihylur, har tað eisini er møguligt at baða í sjónum – hetta sentrið liggur ikki so langt frá akvariinum.
Harumframt er eisini upplivingarsøvn, so sum Bergen Vitensenter, sum eisini kallast Vil Vite og Naturhistorisk Museum við tilknýti til universitetið í býnum.
Og so er sjálvandi eisini møguleiki at standa á skíð, tá árstíðin og veðrið er til tað. Uppi á Fløyen er møguligt at renna á skíð, og um ein vil hava størri ferð á skíðirnar, so er nærmasta skíðmiðstøðin í Voss, hagar tað tekur umleið ein tíma í toki ella bili.
Her er góður møguleiki at fara um morgunin og koma aftur til Bergens um kvøldið. Tok eru sett inn til endamálið, og í Voss er møguleiki at leiga neyðuga útgerð til alpina skíðaking.
Tónleikabýur
Tónleikur er eisini ein týðandi partur av mentanarlívinum í Bergen, vissar ferðamannaskrivstovan um. Bergen eigur stór tonaskals. Ikki bara Kygo, sum helst er tann kendasti núlivandi. Men eisini Edvard Grieg, Ole Bull og Harald Sæverud, hvørs tónleikur, lív og virki kann upplivast á serligum søvnum til teirra heiðurs.
Nógvir festivalar, bæði við nýmótans og klassiskum tónleiki verða hildnir árliga. Festspillene er ein altjóða viðurkendur festivalur við fleiri hundrað mentanar- og tónleikatiltøkum kring um í býnum.
Komandi ár vera festspølini hildin frá 25. mai til 8. juni við konsertum eitt nú á Den nationale Scene, Grieghallen, áhurnevndu Håkonshallen og í Trollhaugen, nakað sunnan fyri Bergen, føðistaðnum hjá Grieg.
Og tá talan er um nýggjari tónleik, so er summarsins stóra tónleikauppliving á hesum leiðum Bergenfest, ið verður hildin á fleiri pallum í søguligum umhvørvií áðurnevnda skansa.
Komandi summar verður Bergenfest hildið í døgunum 14. til 18. juni, og sambært heimasíðuni eru fyrstu høvuðsnøvnini á plakatini Robyn, Ziggy Marley og Grace Jones.
Aðrir festivalar, ið kunnu upplivast í Bergen er ein jazzfestivalur í mai-juni, ein serligur Grieg-festivalur í juli, ein filmsfestivalur í oktober, ein matfestivalur í september og ein ølfestivalur í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald