Innanlands

Til minnis um Magnus Heinason

Magnus var ein sera kærleiksfullur og fevnandi persónur. Hann hevði eini serstøk evni til at man altíð føldi seg sæddan

2024-02-14 22:44 Author image
Minningarorð / Sólfríð Heinesen
placeholder

318
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
 
2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.

Eg haldi hesin sálmurin lýsir so sera væl Magnus. Magnus var ein sera kærleiksfullur og fevnandi persónur. Hann hevði eini serstøk evni til at man altíð føldi seg sæddan, tá ein møtti honum. Barnavinur var hann burturav; øll børn vóru góð við hann og hann við tey. Magnus og Judith vóru fyrimyndarlig hjún; av lyndi vóru tey sera ymisk, men fá munnu hava harmonera so væl sum tey bæði. Børnini Edla, Heini og Bárður vóru hansara eitt og alt. Sorgin var stór, tá tey mistu yngsta sonin, Bárð, fyri góðum ári síðani, men hann dugdi at gleðast um tey bæði, sum eftir vóru, sviger – og abbabørn og ikki minst langabbasonin, Paula.

Nú Kyndilsmessan hevur verið, minnast vit hvussu hann ríkaði okkum løturnar við sínum framúr góðu evnum sum sjónleikari. Serliga, tá hann spældi saman við Anniku og Amandu, sum nú øll eru farin. Í 1964 byrjaði Magnus á Skipasmiðjuni á Skála sum elektrikari og var har inntil virksemið steðgaði. Aftaná fór hann at arbeiða á ETV í Norðragøtu. Tíðin, tá Magnus og Petur hjá Benna arbeiddu saman har, minnast øll sum nakað heilt serligt. Vinarlagið og humorurin hjá teimum báðum var heilt serstakt og var tað við til at mynda arbeiðsplássið til nakað heilt serligt, sum øll minnast afturá við stórum smílið og takksemi, nú teir báðir eru farnir. Magnus var framúr vælgjørdur; onki var úr hondum greitt, fyrr enn tað var 100% og hann var eisini altíð í gongd. Kærleiki og trúfesti myndaðu Magnus. Hann byrjaði at hjálpa pápa sínum, sum var klokkari í Gøtu Kirkju, tá hann var 12 ára gamal. Tá pápin doyði í 1979, tók hann yvir líka til fyri fáum árum síðani, tá sonur okkara, Jógvan, tók yvir. Síðstu ferð Magnus ringdi, var á jólum í fjør. Magnus var eisini bóndi. Eisini festið tók Jógvan yvir eftir Magnus og bondini millum teir báðar vóru sera tøtt. Saknurin verður stórur nú ongin Magnus verður at vísa áhuga og rætta eina hjálpandi hond; ikki minst hjá børnunum, sum hingu rundanum hann, tá hann var í seyðahúsinum.

Størstur verður saknurin hjá hansara allarkærastu. Eg heilsi okkum øllum við Hebrearabrævinum 13, 5: “Tí at Hann hevur sagt: Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær.”

Sólfríð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder