2019-11-19 20:03
Hann tók Føroyar av bóli við fosturlandssanginum “Mítt vakra Føroya land”, og løgum sum “Liva her og nú”.
Nú er Janus W. Mortensen klárur við enn einum lagi. Hesaferð á enskum og við heitinum “Life is like a Symphony”. Lagið varð kunngjørt fríggjadagin, og hevur longu næstan 5000 spælingar á Youtube.
Tekstin til hava Lena Anderssen og Jens Marni Hansen gjørt. Lagið hava Jens Marni Hansen, Janus W. Mortensen og Hans Poulsen gjørt.
Mastrað lagið hevur Hans Poulsen í IntroVers Studio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald