Innanlands

Til Vestmanna við grindini ístaðin

Mett varð, at ov nógv brim var á sandinum í Leynum. Nú er grindin við Kvívík, og hon kemur allarhelst inn á Vestmanna innanfyri komandi tíman

2019-08-27 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avgerð varð tikin um, at grindin á yvir 100 hval skuldi rekast til Leynar, men nú er hon ístaðin á veg til Vestmanna.

Les eisini: Grindin spakuliga á veg ímóti Leynum

Karl Johansen, sýslumaður, sigur við Portalin, at staðkendu menninir í Leynum mettu, at tað brimaðu ov illa á sandinum, so at tað hevði verið ov vandamikið at hildið grindini til har. 

Nú verður rikið til Vestmanna, har tað er betur veður. Grindin er, sambært Karl Johansen, í Vestmannasundi - við Kvívik. Væntandi kemur hon inn á Vestmanna millum hálvan og ein tíma. 

Nú koma alsamt fleiri bátar til, so tað gongur skjótt at reka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder