
Tá vit fyri lítlari løtu síðani tosaðu við sýslumannin, Karl Johansen, var tað seinasta, at stóra grindin, ið varð funnin millum Hest og Skopun fyrrapartin var komin norðurum Norðadal við kós ímóti Leynum.
Eftir at tað ikki eydnaðist at fáa hana inn til Havnar, gjørdist ætlanin av fáa hana til Leynar, og tað er sambært sýslumanninum enn ætlanin.
Karl Johansen hevði tó ilt við at siga hvussu leingi tað fór at taka: Ein, tveir ella tríggjar tímar - alt eftir hvussu tað gongur. Tað hevur gingið heldur seint, tí tað eru so fáir bátar, men nú gongur skjótar, tí fleiri bátar eru komnir til.
Les eisini: Helst yvir hundrað hvalir
Mett verður framvegis, at grindin er nakað omanfyri 100 hvarl - helst væl omanfyri tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald