Innanlands

Tilboðini uppá bryggjuna í Vágsbotni innkomin

Á lisitatiónini mánadagin komu tilboð frá J&K Petersen og Articon

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-04-21 08:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar havn helt fyrradagin lisitatión fyri arbeiðnum at breiðka bryggjuna í Vágsbotni frammanfyri sølubásarnar.

Inn komu tilboð frá J&K Petersen og Articon.

Tilboðið frá J&K Petersen var 2.151.608 krónur, og tilboðið frá Articon var uppá 2.167.322 krónur. Articon hevði harumframt eitt annað tilboð uppá 1.876.000 krónur fyri eina elementloysn.

Málið kemur fyri á fyrst komandi havnanevndarfundi, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder