Tórshavnar kommuna skrivar, at Heilsu- og umsorganartænastan fer nú at lata tilhaldini, sum eru til heimabúgvandi eldri borgarar í Tórshavnar kommunu, upp aftur. Ætlanin er, at tilhaldini í Tórsgøtu, í Kollafirði og í Nólsoy byrja virksemið aftur í smáum, har atlit verður tikið at smittufyribyrgjan. Hetta merkir, at tilboðini í fyrstu syftu eru rættiliga nógv broytt í mun til tað, sum borgarin er vanur við.
Neyðugt er við tilmelding. Tá ið tilmeldingin er liðug, verða borgararnir skipaðir í smærri bólkar við føstum tíðum, har tey kunnu vera í tilhaldinum. Til ber at melda seg til frá í dag av á [email protected] ella við at senda sms-boð til 216627.
Í fyrstu syftu letur tilhaldið í Tórsgøtu upp bert við tilboðnum um fimleik og hugna í sambandi við hetta. Skráin fyri tilhaldini í Kollafirði og í Nólsoy kemur seinni.
Virksemið byrjar í viku 24, tvs. í næstu viku. Tey, sum eru tilmeldað, fáa nærri boð um, nær tey kunnu koma aftur í tilhaldini, boðar Tórshavnar kommuna frá
Virkis- og venjingarstovurnar og liðvenjingar
Eisini virkis- og venjingarstovurnar í Heilsu- og umsorganartænastuni eru so smátt farnar undir aftur virksemið, hóast eitt sindur broytt og avmarkað, tí neyðugt er at skipa minni bólkar. Arbeitt verður í løtuni við at skipa báðar virkis- og venjingarstovunar í hølum á Lágargarði, sum ikki hava samband við sjálvar búeindirnar. Borgarar, sum eru visiteraðir til virkis- og venjingarstovur, fáa nærri boð frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Eisini eru liðvenjingar byrjaðar aftur í venjingarhølunum á Boðanesheiminum. Venjingar eru seinnapart mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag. Talan er um visiteraði lið, har tørvsmeting er gjørd frammanundan. Borgarar, sum eru visiteraðir til liðvenjingarnar, fáa nærri boð frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald