placeholder
Innanlands

Tilmælini um frástøðu og um upplatingartíðir vórðu ikki hildin á flestu støðum

Rok var í fleiri førum var í umbúna á Eystantevnu og í Klaksvík. Ein roykvarnari fór í gongd í Jónas Broncksgøtu í nátt

2020-06-14 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan upplýsir, at nógv fólk vóru úti í býnum í nátt - í Havn, á Eystanstevnu á eystara armi av Skálafjørðinum og í Klaksvík.

Vakthavandi sigur, at tilmælini um frástøðu og um upplatingartíðir ikki varð hildið á flestu støðum, og at tey nú so at siga eru "sprongd" - ímillum annað høvdu skeinkistøðini í Havn avtalað millum sín at lata kl. 02.00. Vakthavandi upplýsir, at klokkan 04 var púra stilt í býnum í høvuðsstaðnum.

Soleiðis var ikki í á Eystanstevnu og í Klaksvík, har rok í fleiri førum var í umbúna.
Løgreglan var til staðar til einaferð í morgun fyri at tryggja friðin.

Roykur í sethúsi í Jónas Broncksgøtu

Klokkan 04 fór ein brandalarmur (roykvarnari) í gongd í einum húsi í Jónas Broncksgøtu. Grannarnir boðaðu frá, og løgreglan og lásasmiðjur kom á staðið. Ein sovandi persónur var funnin. Løgreglan upplýsir, at viðkoaandi var komin heim úr býnum, hevði koyrt okkur í ovnin, men var sovnaður. Tíbetur kom fáboðanin skjótt, og eingin veruligur skaði hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder