![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Korona verður høvuðsevnið á Vísindavøkuni í ár, og er eisini orsøkin til, at neyðugt er at melda seg til framløgurnar. Bert 100 fólk kunnu vera til staðar til hvørja framløgu.
Tilmeldingin byrjar í morgin klokkan 12, og til ber at melda seg til við at stovna ein brúkara á netappini vísindavøka.fo og síðani skráseta, hvørjar framløgur ein ynskir at luttaka í.
Hetta skrivar gransking.fo. Har verður eisini upplýst, at tilmelding verður send til støðutakan - tað kann vera, at tað verður heilt skjótt fullteknað, og at ikki øll sleppa framat. Tó fer eisini at bera til at síggja allar framløgurnar beinleiðis á netinum.
Øll skráin fyri í Vísindavøkuna, sum verður í Sjóvinnuhúsinum tann 6. november, sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald