
Í gjár varð ein nýggjur smittutilburður staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Talan er um persón, sum er komin til Føroya úr øðrum londum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 222 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 164.512 kanningar gjørdar.
Við hesum seinasta tilburðinum hava nú tilsamans 500 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Av teimum eru 497 staðfestir frískir aftur, og er talið á positivum í løtuni sostatt trý.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og fimm eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald