Mentan

Tinganest – hava ongantíð verið meira umtóktir enn nú

(Myndir) Regnið setti ein doyvara á seinna festivalkvøldið í Sørvági – sum kortini gjørdist eitt framúr kvøld

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-11 15:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Country- og bluesfestivalurin í Sørvági fekk eitt tignarligt hæddarpunkt í gjárkvøldið, tá fasti lokali gesturin, Tinganest, trein stóra pallin.

Hóast árini eru farin at hómast á onkrum teirra, so tyktist Tinganest at vera so væl fyri, sum ongantíð fyrr. Og áhoyrarafjøldin var garvill av eldhuga. Altíð hava teir í Tinganest savnað nógv fólk á sínum framførslum á countryfestivalunum.

Men tað hevur í fleiri ár verið úr tí eldra aldursbólkinum, sum friðarlig hava staðið og sungið við upp á teir heimligu sangirnar, og kanska felt eitt tár, tá Magnus syngur um niðaraveg og sjógangin, sum niðan í áirnar vóð.

Tey, altso tey tilkomnu, vóru – sjálvandi – eisini til staðar á Dungasandi í gjárkvøldið. Men hartil er komið eitt ættarlið av ungfólki, sum tykist at dyrka sangirnar hjá Jóan Jakku, Magnusi og Holgari. Vit upplivdu eina líknandi kenslu av dyrkan á spæliplássinum í Syðrugøtu eisini síðsta summar.

Tinganest hava ongantíð verið størri enn teir eru nú. Og tað er gott at uppliva.

[object Object]

[object Object]

Ælingar yvir Sørvágssand

Tá vit skulu lýsa tær góðu upplivingarnar á festivalinum, so sleppa vit ikki undan at tosa um veðrið. Veðrið, sum annars var so framúr fríggjadagin, var ikki eins gávumilt hetta seinna kvøldið, tí tað byrjaði at regna fram móti skýming, og ælingarnir struku yvir sørvágssand við jøvnum millumbilum, so at siga alt kvøldið. Ikki so ringt sum í fjør, men kortini so mikið, at stemningurin møguliga var eitt sindur meira dempaður, enn hann var fríggjakvøldið.

Fleiri hæddarpunkt vóru í gjárkvøldið. Buddy Jewell og dugnaliga føroyska orkestrið, sum eisini spældi saman við Chad Brock kvøldið fyri, hugtóku. Buddy Jewell var ein fínur sangari og undirhaldari, hóast sangirnir kanska ikki vóru kendir fyri áhoyrararnar.

Og tað riggaði eisini væl, tá hann fekk Chad Brock upp á pallin at syngja saman við sær eina løtu.

[object Object]

Hallur við Sámali og Kristinu

Frammanundan hevði dugnaligi kapellmeistarin hjá teimum báðum, Hallur Joensen, sjálvur havt eina framúr konsert á Dungasandi. Trygg, sjarmerandi, rørandi og topp professionell.

Tað vakti stóra gleði, tá miðvingurin Sámal Ravnsfjall við síni kraftigu rødd kom sum eitt yvirraskilsi á pallin fyri at syngja Buck Owens-sangin, “Kærleikin blómar” sum teir syngja saman á nýggjastu útgávuni hjá Hallin.

Og hann hevði enntá eitt yvirraskilsi afturat, tá Kristina Bærendsen eisini kom á pallin og – eins og í gomlum døgum – sang “Um tú hevur tað sum eg” saman við Halli. Og so sungu tey sjálvandi eisini “Vinir eru reyðagull”. Sjáldsama gott alt samalt.

Ikki minst væl spælandi orkestrið, sum í ár hevði skift onkran av føstu manningini út. Og her vístu serliga Jóhan Ziskason á gittara og ungi Kristian Pauli Ellefsen á tangentum sítt stóra tónleikaliga gávuríkidømi. Sum Hallur segði um Kristian Paula, so er neyvan nógvir klaverboksarar í verðini, sum standa Kristiani Paula kurl. Og her eru Pig Robbins og Floyd Cramer roknaðir við, havi eg hug at leggja afturat.

Son of Fortune – eitt sindur skitnari, men vælegnað

Annars var tað lívligi Magni Christiansen, sum byrjaði konsertirnar á Dungapalli – áðrenn tað fór at regna – við góðum og swingandi countrytónleiki umframt eisini onkrum festligum Shakin’ Stevens sangi eisini.

Á tí minna pallinum, Stakkapallinum, var tað Benjamin Petersen – Son of Fortune – som hugtók.

Son of Fortune sang egnar sangir, og sangir hann hevur skrivað saman við Petur Pólsson. Men hann hevur eisini sans fyri teimum góðu gomlu, Hank, Waylon og Willie, men hann gevur gomlu kendu sangunum sítt egna eyðkenni, og tá blívur tónleikurin eitt sindur meira “skitin”, og tað ger einki. Tað er gjørt í virðum fyri teimum gomlu.

Hesaferð hevði Benjamin eitt vælmannað orkestur afturat sær. Umframt fasta trummusláa sín, dugnaliga fuglfirðingin Jan Rúna Poulsen, hevði hann afturat sær Kim Hansen á tangentum, Jóhannus á Rógvu á bassi og Jákup Zachariassen á steel og øðrum guittarum. Tað riggaði sera væl.

Hetta var fyrsta ferðin, at Son of Fortune var á countryfestivalinum. Vónandi er tað ikki seinastu ferð.

[object Object]
Strámenn

[object Object]Magni Christiansen

[object Object]Herborg Torkilsdóttir og Ólavur á Váli

Men tað var ikki bara Benjamin, sum hugtók á lítla pallinum. Hesin frálíki pallurin varð vitjaður av øðrum góðum fólkum eisini, ið vóru væl fagnað. Byrjandi við Strámonnum, enn eitt lokalt bluegrassorkestur – hesir menn í einum sindur meira búnum aldri – sum vóru stórliga fagnaðir og síðan sjarmendi Herborg og Ólavur og at enda Sommerson Band, sum rundaði festivalin av við góðum dansitónleiki út á náttina. 

Herundir myndirnar, sum Jens Kr. Vang tók frá konsertini við Tinganest:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder