
Eitt eitt starvsfólk í umsitingini hjá løgtinginum fekk staðfest koronu fríggjadagin, og fyrrapartin er vorið greitt, at eitt tingfólk eisini er smittað.
Hetta fer tó ikki sum so at ávirkað tingfundin í dag. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, váttaði fyri løtu síðani fyri vp.fo, at tingfundurin verður sum ætlað klokkan 13 seinnapartin í dag.
Tá er málið um sammóður á skránni. Tað skal til triðju viðgerð, og síðani eisini sjófeingislógin. Ivasamt er, hvat fer at henda í tinginum, tí uppkotið um sammóður kom frá andstøðuni og kom ígjøgnum 2. viðgerð við tveimum atkvøðum úr samgonguni. Hetta hevur sett kílar í samgonguarbeiðið, og mett veðrur millum annað at Fólkaflokkurin, ið hevði fund í gjárkvøldið, fer at gera okkurt øðrvísi hesuferð.
Les eisini: Annika royndi til tað síðsta at finna eina loysn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald