2020-03-18 14:08
Løgtingið er nú farið undir fyrstu viðgerð av hjálparpakkanum, sum landsstýrið júst hevur lagt fyri Føroya Løgting, sum í dag bert er mannað av 19 tingfólkum orsaka av korona-støðuni, og øll 19 eru ikki í salinum í senn.
Jógvan á Lakjuni, tingformaður, boðaði frá, at flokkarnir á tingi eru samdir um, at gera skjótt av fyri at fáa avgreitt málið.
Avtalan er, at framsøgufólk og aðrir røðarar bert fáa tveir minuttir á røðarapallinum, og ongar viðmerkingar vera úr salinum.
Sum skilst er semja millum allar flokkar á tingi at samtykkja hjálparpakkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald