Innanlands

Tingið farið undir viðgerðina

Stór mannafjøld av verkfalsraktum pedagogum og stuðlum teirra savnað í miðbýnum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðan byrjaði tingviðgerðin av málinum um at fáa ein part av pedagogunum í verkfalli aftur til arbeiðis við lóg.

Til ber at fylgja tingviðgerðini her

So at siga øll fakfeløgini í landinum vísa Pedagogfelagnum sín stuðul, tí tey meta, at her er talan um so álvarsligt brot á rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall, at fakfelagsrørslan ikki kann taka undir við slíkum.

Fakfeløgini hava verið á fundi í Smæruni í morgun, men enn er ikki frætt nakað um, hvat niðurstøðan á tí fundinum er.

Í miðbýnum í Havn er hópur av mótmælandi fólkum savnaður nú meðan viðgerðin fer fram inni í tingsalinum.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder