Innanlands

Tingið í Kosovo upployst seg sjálvt

Forsætisráðharrin trekti seg í juli, og nú hava tinglimirnir avgjørt, at nýval er besta valið

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2019-08-22 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið politisk órógv í Kosovo seinastu tíðina. Orsøkin er, at forsætisráðharrin Ramush Haradinaj 19. juli legði frá sær, eftir at hann við krígsdómstólin í Haag varð skuldsettur fyri at hava framt krígsbrotsverk undir krígnum í Kosovo beint áðrenn aldarskifti, har Haradinaj var herovasti í KLA.

Les eisini: Haradinaj skuldsettur fyri krígsbrotsverk

Nú er ein loysn funnin í stjórnini. Stjórnarlimirnir atkvøddu í dag fyri at upploysa tingið. 89 út av 120 atkvøddu fyri, og Haradinaj hevur viðmerkt, at talan var um eina búnað politiska avgerð. Hetta skrivar APF tíðindastovan.

[object Object]
(Rasmush Haradinaj var tvey ár í sessinum sum forsætisráðharri - Mynd: EPA)

Tað merkir, at val er fyri framman í Kosovo. Nær hetta verður, er ikki greitt, men fleiri flokkar eru so smátt farnir í gongd við valstríðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder