
Næstu dagarnar fer Løgtingið ikki at hava opið fyri almenninginum, og tikið verður heldur ikki ímóti vitjandi. Hetta er orsakað av koronustøðuni.
Løgtingsformaðurin heitir eisini á tingfólk um at fylgja almennu tilmælunum og vera ansin komandi tíðina. Heitt verður m.a. á tey um at lata seg kanna – serliga tey, sum ikki eru koppsett, ella sum kunnu hava verið útsett fyri smittuvanda ella kenna okkurt á sær. Í skrivi, sum sæst á heimasíðuni hjá løgtinginum, varð m.a. heitt á tingfólk, fjølmiðlar og onnur, sum koma í tingið í arbeiðsørinum, um at lata seg kanna áðrenn tingfundin í dag.
Avgerð er eisini tikin um, at tingfólk ikki verða skrásett fyri fráveru komandi tíðina. Heitt var eisini á tingfólk um ikki at koma fleiri í tingið, enn tørvur er á.
Á skránni á dagsins tingfundi, sum byrjar klokkan 10, eru níggju 1. viðgerðir og ein 3. viðgerð á skránni, og skilagott kundi veirð, at samgonga og andstøða gjørdu eina clearingsavtalu til 3. viðgerðina um neyðugt, verður sagt í skrivinum.
Les eisini: Níggju 1. viðgerðir á skránni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald