Upprunaliga vóru nógv tingmál á skránni í dag, mikudagin 18. mars, men nú koronasmittan herjar, er einki tingarbeiði.
Tað er tó neyðugt hjá tinginum, ella hjá einum parti av tinginum at koma saman, fyri at góðkenna hjálparpakkan, ið Landsstýrið hevur sett saman seinastu dagarnar. Hann er ætlaður til at hjálpa vinnuni og arbeiðsfólki fyri at halda hjólunum koyrandi í samfelagnum, nú koronavirusið ger um seg í Føroyum og ger virksemi ymsastaðni munandi truplari. Mett verður, at hjálparpakkin er fyri áleið 500 milliónir krónur.
Ætlanin er, at bert 20 tingfólk skulu møta á fundinum. Tilmæli, sum komu í gildið mánakvøldið sigur, at bert 10 fólk kunnu savnast, so tinglimirnir verða helst spreiddir væl út kring tingsalin.
Jógvan á Lakjuni segði í samrøðu við Kringvarpið í dag, at talið 20 er viðmælt, og at umboð frá øllum verða til staðar. Tingformaðurin ynskir og væntar, at viðgerðin í samband við málið gongur skjótt. Vikið verður frá tíðarfreistini, og andstøðan kennr til uppskotið.
Tingfundurin, har hjálparpakkin verður lagdur fram og viðgjørdur, byrjar klokkan 13.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald