Áttu vit í Føroyum at lækkað aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til persónbil niður í 17 ár?
Tann spurningin setur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.
Hon hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennis Holm, fyrispurning, har hon í viðmerkingum vísir á, at danska stjórnin hevur ætlanir um at gera júst hetta.
– Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at danska stjórnin hevur ætlanir um at seta aldursmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár. Hetta fer millum annað gera tað lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss, arbeiði o.a. Hetta fer at gera dagligdagin hjá teimum lættari.
– Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki eisini áttu at sett aldursmarkið niður til 17 ár at fáa koyrikort. Hetta hevði m.a. hjálpt okkara ungu lættari at koma til og frá skúla og læruplássum. Her verður serliga hugsað um tey ungu úti á bygd, sum fáa frælsi til at koyra sjálvi, tá tað mangan kann vera drúgt at bíða eftir almennu ferðsluni, sum í mongum førum ikki passar til teirra dagligdag, sigur hon.
Í dag kunnu 17 ára gomul í Danmark longu taka koyrikort og koyra bil, um tey eru saman við einum øðrum persóni, sum er yvir 30 ár og hevur haft koyrikort í yvir 10 ár. Uppskotið hjá donsku stjórnini snýr seg um at loyva teimum 17 ára gomlu at koyra einsamøll við ávísum treytum, skriva danskir miðlar.
Hetta skal bert vera galdandi millum klokkan fimm um morgunin og átta um kvøldið, og tey fyrstu trý árini, eftir, at teir hava tikið koyrikort, verða ungir bilførarar revsaðir harðari fyri at koyra við promillu yvir 0,2.
Spurningurin hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er soljóðandi:
– Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár sum eina royndarskipan við ávísum treytum?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald