
Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, setur í lesarabrævi í dag spurnartekin við koronapassið. Hann mælir hinvegin til, fólk verða kannað við markið.
- Koronupassið hevur møguliga eggjað nøkrum fólki at vaksinerað seg. Tað er í sær sjálvum fínt, men eg haldi ikki tað er vert at skerja frælsi hjá fólki, og samstundis at leggja eina eftirlitsmentan niður á okkara fólk, sum ongin okkara dámar, skrivar Jaspur Langgaard.
Sambært honum, so fylgja flestu matstovurnar ikki kravinum um koronupass.
- Helst tí, at starvsfólkini ikki tíma hesa uppgávuna. Eisini er tað ivasamt, hvussu nyttugt koronupassið er, skrivar Jaspur Langgaard.
Hann endurtekur eisini tað, sum aðrir politikarar hava verið frammi við, at tað kostar ov nógv at kanna frísk fólk fyri koronu.
- Triðja argumentið ímóti er, at tað kostar sera nógvar pengar fyri landskassan, um alt ov nógv fólk skulu testa seg annan hvønn dag, uttan symptomir og uttan at hava verið í samband við nakran sjúkan.
Les eisini: Landslæknin ikki vísindalig prógv fyri at koronapass heldur smittutrýstinum niðri
Tingmaðurin er sannførdur um, at vit eiga at kanna við markið, so vit halda koronu úti av samfelagnum.
- So leingi vit testa við markið, megnað vit rættuliga væl at halda koronu úti av samfelagnum - og tá nakrir fáir sjúkutilburðir komu inn í landi, megnaðu vit eisini væl at steðga tí aftur.
- Nú testa vit bara tey óvaksineraðu, svarandi til umleið 10 prosent av ferðafólkunum - vitandi um, at nógv vaksinerað fólk kunnu bera smittuna við sær, skrivar Jaspur Langgaard.
Lesarabrævið hjá Jaspuri Langgaard kann lesast á lesarin.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald